Privatlívspolitikkur hjá Tóru Lützen (Dátuverndarkunning)
Sum dátuábyrgdari er tað skyldan hjá Tóru Lützen at tryggja, at viðgerðin er í samsvari við reglurnar í dátuverndarlógini og at tann skrásetti er kunnaður um hvat er skrásett um viðkomandi sambært ásetingunum í kap. 4 í dátuverndarlógini.
Hon tekur tína dátuvernd í álvara, og hevur tí samtykt hendan privatlívspolitikk, sum sigur tær, hvussu hon handfer tínar persónupplýsingar.
1. Vit eru dátuábyrgdari
Tóru Lützen er dátuábyrgdari fyri viðgerðina av teimum persónupplýsingum, ið hon hevur móttikið um teg. Um tú hevur spurningar í sambandi við viðgerðina av persónupplýsingum, dátutrygd ella møguligum trygdarbroti, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Tóru Lützen
Tóra Lützen
Kráargøta 32
700 Klaksvík
tora@lutzen.fo
+298 270887
Á heimasíðuni lutzen.fo sæst hvat verður bjóða út.
2. Nær viðger Tóra Lützen persónupplýsingar um teg
Tóra Lützen viðger persónupplýsingar um teg í samband við at tú umbiður eina tænastu/samtalu/viðgerð frá henni.
Tað kann verða at Tóra Lützen hevur gjørt eina avtalu við teg, og tí er neyðugt hjá henni at fáa persónupplýsingar um teg.
Eisini kann tað verða at tú hevur sent Tóra Lützen, ein fyrispurning, eina umsókn, eina klagu, ella eina starvsumsókn, o.s.fv. sum ger at Tóra Lützen skal viðgera tað tú sendir inn og hetta ger at tínar persónupplýsingar verða viðgjørdar.
Tóra Lützen hevur eina Facebook síðu. Her viðger Tóra Lützen persónupplýsingar um teg, um tú dámar, viðmerkir ella deilir eitt av uppsløgunum hjá Tóru Lützen. Afturat hesum viðgerð hon eisini upplýsingar um teg um tú sendir henni beinleiðis boð ígjøgnum hendan miðil.
3. Endamálini við og heimildin fyri viðgerðini av tínum persónupplýsingum
Tóra Lützen skal veita klientinum eina góða tænastu, og tí er tað neyðugt hjá Tóru Lützen at viðgera tínar persónupplýsingar.
Tí eru tað fleiri ymisk endamál fyri, at vit viðgera tínar persónupplýsingar:
- Tóra Lützen skal kunna geva klientinum ein góða tænastu.
- Tóra Lützen skal hava stýr á øllum klientum, soleiðis at klienturin altíð følir seg hoyrda og tryggan at tosa um sínar trupulleikar.
- Tóra Lützen sendir rokningina til rætta móttakar.
Heimildargrundalagið fyri okkara viðger er ein av niðanfyri nevndu heimildinum.
3.1 Heimildargrundarlagið fyri okkara viðgerð
Tað kunnu sum víst omanfyri verða ymsar persónupplýsingar sum Tóra Lützen viðger og heimildargrundarlagið er eisini ymist.
- Heimildin fyri viðgerðini av vanligum persónupplýsingum, sum fer fram, er í § 8, stk. 1, nr. 1-4, & 6 og heimildin fyri viðgerðini av viðkvomum persónupplýsingum er í § 12, stk. 1, nr. 1-4, og nr. 6-8, so stk. 2., umframt §11, stk. 2 í dátuverndarlógini.
- Um vit innsavna og viðgera persónupplýsingar til hagfrøðilig endamál, er heimildin í tráð við ásetingina í §7 stk. 3 í dátuverndarlógini.
4. Sløg av persónupplýsingum
Vit viðgera hesi sløg av persónupplýsingum um teg:
Tá tú umbiðir eina tænastu/samtalu/viðgerð verða hesar upplýsingarnar viðgjørdar:
- For- og eftirnavn
- Bústað og telefonnummar
- Teldupost
- Evni/(ið ynskt er at tosað um) Hetta kann verða bæði vanligar og viðkvæmar persónupplýsingar.
Um tú ert virkin á Facebook síðuni eru tað hesar upplýsingar, ið verða viðgjørdar:
- For- og eftirnavn
- Mynd
- Aðrar upplýsingar tú sjálv/ur hevur deilt á tín profil
5. Móttakarar ella bólkar av móttakarum
Tóra Lützen gevur í útgangsstøðinum ikki persónupplýsingar víðari.
Men, í summum førum nýta vit dátuviðgerarar, sum hjálpa okkum við at viðgera tínar upplýsingar á góðan og tryggan hátt. Tað kann m.a. vera goymsla av persónupplýsingum, ella um vit fáa hjálp frá uttanhýsis ráðgevum til viðgerð.
6. Flutningur til móttakarar í útlondum, triðjalondum ella í millumtjóðafelagsskapum
Tóra Lützen nýtir sum útgangsstøðið ikki, veitarar ella dátuviðgerarar, sum halda til uttan fyri ES/EBS (triðjalond). Hetta kann tó koma fyri í einstøkum førum, so sum til sosialar miðlar har móttakarin er í USA.
Um so er at vit flyta tínar upplýsingar út um ES/EBS, fara vit at tryggja okkum nøktandi heimildargrundarlag fyri flutninginum – hetta merkir, at vit tryggja okkum, at verndarstøðið av tínum upplýsingum er nøktandi.
6.1 Tóra Lützen brúkar Facebook og Instagram
Tóra Lützen hevur eina Facebook/Instagram síðu, sum verður brúkt til kunning og ymsar lýsingar. Tú eigur at vera vitandi um, at Facebook savnar inn upplýsingar um teg við at brúka farspor, tá tú brúkar Facebook síðuna hjá Tóra Lützen. Tað hevur við sær, at vit kunnu fáa hagtøl yvir vitjandi á síðuni, og Facebook brúkar hesar upplýsingarnar at tillaga tín vanga og fyri at vita, hvørjar lýsingar tú skal síggja.
Um tú sært tað, sum liggur á facebook er tað helst tí tú hevur skrásett tín vanga á facebook og hevur góðtikið politikkin hjá Facebook.
Her kanst tú lesa meira um cookiepolitik hjá Facebook.
7. Hvaðani persónupplýsingarnar stava
Sum áður nevnt, so heintar Tóra Lützen tínar persónupplýsingar, ið eru beinleiðis frá tær. Tær upplýsingar ið ikki eru beinleiðis frá tær eru upplýsingar, ið tú hevur gjørt alment kenda á sosialu miðlinum.
Tú hevur altíð rætt til at vita, hvaðani vit heinta upplýsingar um teg.
8. Tíðarskeiðið, sum persónupplýsingarnar verða goymdar
Tóra Lützen hevur skyldu at ansa eftir, at persónupplýsingar verða goymdar soleiðis, at tað ikki er gjørligt at eyðmerkja skrásetta longur enn neyðugt við atliti at endamálinum við viðgerðini.
Hettar merkir at viðgerðin er bert verður goymd, so leingi, ið er neyðugt.
9. Automatiskar avgerðir verða ikki tiknar, undir hesum profilering
Vit nýta ikki automatiskar avgerðir, og tað er eingin háttur av profilering gjørd.
10. Tíni rættindi
Sambært dátuverndarlógini hevur tú rættindi í samband við okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum.
Dátuverndarlógin tryggjar skrásettum eina røð av rættindum. Hesi eru í kapittuli 4 í dátuverndarlógini. Rættindini í dátuverndarlógini eru lýst niðanfyri. Rættindini eru ikki treytaleys og tað veldst um ítøkiliga málið og ítøkiligu umbønina, um hon kann gangast á møti.
Um tú ynskir at nýta tíni rættindi, skalt tú seta teg í samband við okkum (sí samskiftisupplýsingar í brotið 1 og 2).
10.1 Rætturin til kunning í §§ 23-25
Tú hevur rætt til at fáa kunning um viðgerð av tínum persónupplýsingum.
10.2 Rætturin til innlit (§ 26)
Tú hevur rætt til at fáa innlit í tær upplýsingar, sum vit viðgera um teg.
10.3 Rætturin til rætting (§ 27)
Tú hevur rætt til at fáa rangar upplýsingar um teg sjálvan rættaðar.
10.4 Rætturin til striking (§ 28)
Í summum førum hevur tú rætt til at fáa upplýsingar um teg sjálvan strikaðar, áðrenn okkara ætlaðu striking. Rætturin er ikki treytaleysur, tí tað kunnu verða aðrar lóggávur, avtalur og ávís endamál, sum áseta at Tóra Lützen skal framhaldandi varðveita og viðgera tínar persónupplýsingar.
10.5 Rætturin til viðgerðaravmarking (§ 29)
Í summum førum hevur tú rætt til at fáa viðgerðina av tínum persónupplýsingum avmarkaða. Um tú hevur rætt til at fáa viðgerðina avmarkaða, kunnu vit framyvir í útgangsstøðinum bert goyma persónupplýsingarnar.
10.6 Rætturin til dátuflutning (§ 31)
Tú hevur í summum førum rætt til at fáa tínar persónupplýsingar útflýggjaðar í einum skipaðum, vanligum nýttum og teldutøkum sniði, og at fáa hesar persónupplýsingar fluttar frá einum dátuábyrgdara til ein annan uttan forðing.
10.7 Rætturin til mótmæli (§ 32)
Tú hevur í summum førum rætt til at mótmæla okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum.
Tú kanst eisini mótmæla okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum til beinleiðis marknaðarføring.
10.8 Rætturin at taka samtykki aftur
Skrásetti kann til eina og hvørja tíð taka samtykki aftur. Tekur skrásetti samtykki aftur, skal viðgerð, sum er grundað á samtykki, steðga. Um tú velur at taka títt samtykki aftur, ávirkar tað ikki løggildi av okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum fram til afturtøkuna. Um tú tekur títt samtykki aftur, hevur tað bert virknað fyri framtíðina.
Tú kanst taka samtykki aftur við at venda tær til Tóra Lützen á tora@lutzen.fo
10.9 Klaga til Dátueftirlitið
Tú kanst sambært § 76 í dátuverndarlógini klaga til Dátueftirlitið um tú ert ónøgd/ur um viðgerð av tínum persónupplýsingum.
Metir tú, at Tóra Lützen ikki viðger tínar persónupplýsingar í samsvari við reglurnar í dátuverndarlógini, hevur tú rætt til at klaga til Dátueftirlitið hesum viðvíkjandi. Tú kanst klaga um viðgerð, við at venda tær til Dátueftirlitið á dat@dat.fo ella á telefon 30 91 00. Skrivstovan er opin gerandisdagar millum 9.00 og 15.00. Heimasíðan hjá Dátueftirlitinum er www.dat.fo
———
Hetta skjal er seinast dagført tann 28. august 2022