Vælkomin!

Hevur tú tørv á at snakka við ein sálarfrøðing?
So kann eg hjálpa tær.

Fyrr ella seinni í lívinum uppliva vit øll mótgongd, strongd ella trupulleikar, ið kunnu tykjast torførir at handfara. Alt eftir okkara persónsmensku og sosialu umstøðum reagera vit ymiskt uppá slíkar avbjóðingar. Felags fyri øll er tó, at tað er sera týdningarmikið, at ein leitar sær hjálp, áðrenn sálarliga byrðan verður ov tung. Hevur tú tørv á sálarfrøðiligari hjálp? Er okkurt, ið tú vilt vita meira um? Ella hevur tú bert hug til eitt óbindandi prát? So ert tú vælkomin at seta teg í samband við meg.

Um meg

Útbúgving

Cand.psych frá Syddansk Universitet

Arbeiðsøki

• Tunglyndi og burðartunglyndi
• Strongd
• Angist
• OCD (obsessive compulsive disorder)
• Fobi
• PTSD (post traumatic stress disorder)
• Próvtøku ótta

Starvsroyndir

Sjálvstøðugur sálarfrøðingur

Í starvi hjá Kristian Eli Andersen (serfrøðingur í metakognitivari terapi)

CEKTOS í Keypmannahavn og Næstved (Center for Kognitiv Terapi & Supervision)

Undirvísari í sálarfrøði á Tekniska Skúla í Klaksvík

Kvinnuhúsið

Meira

Arbeiðstilgongd

Eg kann veita hjálp til fólk, ið stríðast við ymiskar trupulleikar, millum annað angist, tunglyndi, strongd, OCD ella hava sjálvsvirðistrupulleikar. Eisini kann tað vera lívskreppur ella annað, sum kann gera lívið avbjóðandi á einhvønn hátt.

Viðgerðartilgongdir

Útgangsstøðið verður tikið í tí einstøku støðuni, soleiðis at viðgerðin altíð verður tillagað tørvin hjá klientinum, og tí avbjóðing klienturin kemur við. Sambandið millum klient og sálarfrøðing er ein umráðandi partur av viðgerðini, soleiðis at klienturin altíð følir seg hoyrdan og tryggan at tosa um sínar trupulleikar.

Eg arbeiði í stóran mun eftir einari metakognitivari ella kognitivari atferðarteoretiskari tilgongd, har møguleiki er at arbeiða við nøkrum amboðum, ið kunnu nýtast í gerandisdegnum.

Uppaftur meira

Skeiðsvirksemi og ráðstevnur

Opmærksomhedsforstyrrelser ADD og ADHD hos børn og unge við Marianne Geoffroy

Compassion Focused Therapy við Professor Paul Gilbert

Familiebehandling við Dr. Frank Dattilio

Kognitiv behandling af børn og unge med PTSD við dr. Patrick Smith

Evidensbaserede terapi til børn og unge við Lars-Göran Öst

Mindfulness baseret kognitiv terapi og mindfulness baseret stressreduktion við Charlotte Koch Andersen

Innleiðsla í ACT við Thomas Gustavsson og Kristian Eli Andersen

Kortvarig traumefokuseret terapi við Aidu Victoriu Lindberg

Limaskapur

Felagið Føroyskir Sálarfrøðingar

Samband

Bústaður

Kráargøta 32
700 Klaksvík

tora@lutzen.fo
+298 270887